Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ongin fotoflúgving í ár

Saman við fleiri kommunum hevði Umhvørvisstovan ætlanir um at taka flogmyndir í summar. Ein roynd var gjørd, men líkindini vóru ov vánalig.

Fremsta raðfestingin í summar var at taka flogmyndir í bygdum økjum. Á sama hátt sum Umhvørvisstovan, so hava nógvar kommunur áhuga í at fáa myndir í lágari hædd tiknar. Flogfarið flýgur tá í 1700 metra hædd og tekur myndir við eini upploysn uppá 14 cm.
Um veðrið hevði verið sera gott, var eisini ætlanin at taka myndir úr størri hædd av øllum landinum, bæði av bygdum og óbygdum øki. Myndirnar verða tá tiknar úr 5000 metra hædd við eini upploysn uppá 40 cm.

Eydnaðist ikki í ár
Í mai og juni var rættiliga gott veður til at taka flogmyndir. Men tíverri bar ikki til hjá felagnum, sum tekur myndirnar at koma til Føroya tá, tí at flúgvingin skuldi samskipast við flúgving í Skotlandi.
Hinar summarmánaðarnar hava líkindi ikki verið til fotoflúgving, men ein roynd var gjørd í heyst. Flogfarið kom í Vágar 6. september og steðgaði í 3 dagar, men tíverri gjørdust ongi fotolíkindi, so tað fór avstað aftur uttan at hava fingið nakra mynd.?

Royna aftur næsta ár
Fleiri royndir verða ikki gjørdar í ár. Sóltímarnir eru nú ov fáir og harafturat er sólvinkulin ov lágur. Enn ein roynd verður gjørd næsta ár at taka flogmyndir.

Um tú vil vita meira um flogmyndir og annað í tí sambandi, er tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.