Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Oljugoymsla á Viðarnesi, umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 19. apríl 2021, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:

Oljugoymlsu hjá P/F Effo á Viðarnesi, Tórshavn

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her                                    

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 17. mai 2021 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo