Oljugoymla hjá P/F Magn, Klaksvík.
Almenn lýsing av umhvørvisgóðkenning.

Umhvørvisstovan hevur hin 16. september 2015, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Oljugoymsluna hjá P/F Magn, við Grótrætt 11, 700 Klaksvík
Góðkenningin er almenn og sæst her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2015.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo