Nýtt veganavn á Velbastað
Adressuskráin verður javnt og savnt útbygd
Tann 13. nov. 2004, var tað í adressukunngerðini álagt Umhvørvisstovuni at umsita adressuskránna. Sambært adressulógini §7 stk.2, skulu tillutaðar adressur góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Síðani 26. mai 2009 hava allar kommunur í Føroyum havt adressur. Nýgg vegastrekkir leggjast við tíðini til og hesi skulu góðkennast av Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan hevur góðkent og skrásett nýggja adressu á Velbastað. Vegastubbin, sum talan er um, hevur fingið navnið Uppi á Heiðum. Bryggjaríið Okkara liggur einsamalt við vegstubban og hevur fingið adressuna Uppi á Heiðum 1, Velbastaður.
Les her um nær ymsu bygdirnar og býirnir fingu góðkendar adressur
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.