Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtt samvirkið kommunukort

Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt samvirkið (interaktivt) kommunukort, har til ber at síggja, hvussu kommunurnar broytast við tíðini. Kortið riggar best á teldu.

Tann 16-02-1866 bleiv Tórshavnar kommuna, sum tann fyrsta føroyska kommunan, stovnað.

Tann 01-10-1873 blivu hesar kommunur upprættaðar, sum í høvuðsheitunum vóru tær somu, sum prestagjøldini:

Norðoya prestagjalds kommuna
Eysturoyar prestagjalds kommuna
Norðstreymoyar prestagjalds kommuna
Sameindu sókna kommunurnar í Suðurstreymoy
Vága prestagjalds kommuna
Sandoyar prestagjalds kommuna
Suðuroyar prestagjalds kommuna
 

Tá vóru sostatt einans 8 kommunur, men 3 ár seinni byrjaðu kommunurnar at fara sundur:

01-10-1876 Nólsoyar kommuna
01-10-1878 Hvalbiar kommuna
01-10-1879 Tvøroyrar kommuna
16-01-1892 Vestmanna kommuna

 

Nógv av kortunum hjá Umhvørvisstovuni eru nú savnaði á hesi síðuni:

https://www.us.fo/Default.aspx?ID=13816

 

Millum kortini finst samvirkna kommunukortið, har til ber at síggja hvussu kommunumarkini sóu út frá 1866 fram til í dag.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo