Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýtt koordinattransformatións forrit

Geodatastyrelsen hevur dagført sítt forrit til koordinattransformatión, sum nevnist KMSTrans. Dagføringin fatar eisini um transformatión av koordinatum í Føroyum.

Í nógvum kortleggingarforritum (Cad/Gis forritum) finnast transformatiónshentleikar. Hesir eru ofta generellir og ikki serliga neyvir, tá talan er um serstøk øki. Fyri at fáa besta úrslitið, tá uppmátingar skulu transformerast úr eini kortskipan í aðra, mælir Geodatastyrelsen til, at teirra nýggjasta forrit, sum nevnist KMSTrans2, verður brúkt.
 
Til ber at lesa meira og heinta nýggja forritið her.
 
Nýggj referencuskipan og geoida fyri Føroyar
Í samstarvi millum DTU Space, Umhvørvisstovuna, Landsverk og Geodatastyrelsen er eisini ein nýggj referencuskipan og geoida gjørd fyri Føroyar. Hetta merkir, at Føroyar nú hava fingið stovnað ETRS89 (European Terrestrial Reference System 1989), sum er skipanin, sum restin av Europa arbeiðir í. Haraftrat er ein nýggj hæddarskipan gjørd, sum nevnist FVR09 (Faroese Vertical Reference 2009). Nýggju hæddirnar, sum eru neyvari enn tær gomlu, sipa til nýggjar uppmátingar av miðal vatnstøðuni, sum føra við sær, at allar hæddir í landinum lækka umleið 9 cm.
 
Les meira um nýggju føroysku referenceskipanina her.
 

Føroyska geoidan. Á myndini sæst ávirkanin fjøllini hava á geoiduna. Somuleiðis sæst hvussu havyvirflátan í verðuleikanum ikki er "vatnrøtt". Hæddarásin vinstrumegin gongur frá 54 m til 58m.

 

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.