Nýtt kommunukort
1. jan. 2009 broyttist talið av kommunum í landinum frá at vera 34 til 30 kommunur

Umhvørvisstovan hevur dagført kommunukortið nú broytingar fóru fram við ársskiftið. Til ber at taka nýggja kommunukortið niður her undir “Føroyakort – kommunur 2009”.
Broytingarnar merkja, at tær 5 størstu kommunurnar eftir vídd nú eru:
| Kommuna | km² |
| Tórshavnar | 172,9 |
| Sunda | 157,5 |
| Klaksvíkar | 113,7 |
| Vága | 102,8 |
| Runavíkar | 99,9 |
Støddirnar av øllum kommununum síggjast her.
Niðanfyri síggjast kort, sum vísa broytingarnar tann 1. jan. 2009.
Funnings kommuna fór upp í Runavíkar kommunu.
Gøtu og Leirvíkar kommuna gjørdust Eysturkommuna.
Svínoyar kommuna fór upp í Klaksvíkar kommunu.
Miðvágur og Sandavágur gjørdust Vága kommuna

