Nýtt aliøki í Vestmannasundi – ískoyti veitt til umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 21. mai 2021, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur veitt ískoyti til umhvørvisgóðkenning fyri:
Alivirksemi hjá P/F Luna í Vestmannasundi
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her niðanfyri:
Umhvørvisgóðkenningin (frá 31.08.98) sæst her.
Nýggja ískoyti til umhvørvisgóðkenningina sæst her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 22. juni 2021 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo