Nýggj topografisk føroyakort
Danski kortstovnurin SDFE (www.sdfe.dk) hevur, í samstarvi við Umhvørvisstovuna, gjørt nýggj topografisk føroyakort, sum nú eru tøk á netinum. Kortini eru gjørd eftir fylgisveinamyndum og Umhvørvisstovan hevur latið tilfar um eitt nú bygningar, vegir og strandalinju.
Nýggju kortini verða ikki prentaði, men eru einans tøk á netinum.
Talan er um hesi korttema:
- Topografiskt føroyakort í litum ella svart/hvítt
- Skuggakort
- 5 m hæddarkurvar
- Myndakort 2015 frá fylgisveini sum vanlig mynd ella infrareyð mynd
Til ber at síggja kortini á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Umframt at síggja kortini, bjóðar SDFE eisini kortini fram sum wms-tænastur. Við wms-tænastum ber til at fáa kortini víst sum bakgrund í gis og cad forritum sum qgis (ókeypis forrit), ArcGis, BentleyMap og Autocad.
Her eru 2 dømi sum vísa hvussu nýggju wms-tænasturnar kunnu samansetast við egnum kortdata í einum gis- ella cad-forriti.
Skuggakort og gøtur
Svart/hvítt topografiskt kort og kirkjusóknir
Sum er, eru wms-tænasturnar ikki fríar – atgongd til tænasturnar kosta 500 kr./ár og atgongd fæst á heimasíðuni Kortforsyningen. Kortmyndugleikin er danskur, men Landsstýrið arbeiðir við yvirtaka myndugleikan. Lóggáva verður fyrireikað, og føroyakortið verður ætlandi leysgivið í hesum sambandi, vónandi fyri 1. apríl 2019.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo