Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj myndakort av Sandavági og Fuglafirði

Umhvørvisstovan framleiðir neyvu myndakortini við støði í fotoflúgvingini í 2009

Á myndini omanfyri sæst munurin millum gomlu myndakortini, sum eru gjørd eftir myndum tiknar í 6 km hædd og nýggju myndakortini, sum eru gjørd úr myndum tiknar í 2 km hædd. Báðar myndirnar eru frá fotoflúgvingini, sum varð gjørd í mai 2009.

Neyvu myndakortini av Sandavági kunnu longu nú síggjast á www.kortal.fo, og nú ber eisini til at síggja neyv kort av Fuglafirði.

Um kommunur ella onnur ynskja at keypa teldutøk myndakort, ber til at venda sær til Føroya Dátusavn (www.fds.fo).

Lesi meiri um hvussu myndakort verða gjørd her.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.