Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj mátistøð í Føroyum mátar veðrið á sólini

Í seinastu viku settu fólk frá Kartverket í Noregi eina mátistøð upp á Umhvørvisstovuni. Mátistøðin skal máta sonevndar sólstormar, sum m.a. hava stóra ávirkan á neyvleikan av gps’arum. Hetta er ein av 12 mátistøðum, sum verða settar upp kring norðurhøv, m.a. á Svalbard, Bjarnoynni, Jan Mayen, í Íslandi, í Føroyum og í sjálvum Noregi.

Ein sólstormur er ikki nakað ódnarveður, eins og tað vit kenna til her á jørðini. Av og á økist aktiviteturin á sólini somikið nógv, at sólin so at siga kann goysa plasma móti jørðini. Hetta fyribrigdið er tað vit nevna sólstormar. Magnetfeltið kring jørðina verjir okkum móti sólstormunum. Fylgisveinarnir kring jørðina eru ikki vardir á sama hátt. Sólstormarnir órógva tí gps-signalið, og merkist hetta serliga, tá signalið ferðast ígjøgnum ionisferuna, sum er frá 50 km hædd og upp til 1000 km hædd.

Gps-fylgisveinarnir sveima umleið 20.000 km yvir jørðini. Teir senda signal til gps’arar á jørðini, t.d. teir sum skip og flogfør brúka at stýra eftir, og teir sum verða brúktir í bilum, á  telefonum ella til uppmátingar. Gps’arin virkar á tann hátt, at frástøðan til fylgisveinin verður roknaður út frá tíðini, tað tekur signalinum at ferðast frá einum  gps-fylgisveini til gps-móttakaran. Tá samband er við 4 fylgisveinar, ber til at staðfesta positiónina.


 

Endamálið við tí nýggju mátistøðini, sum nú er uppsett á Umhvørvisstovuni, er at gera gps-skipanina tryggari. Órógvið á gps-signalunum verður mált, fyri at rættingar kunnu sendast út, og harvið gera skipanina tryggari. Eyðsæð er nevniliga, at tað serliga kann koma flogferðsluni í vanda, um gps-sambandið er svikaligt, og tí hava slíkar mátistøðir stóran týdning. Mátistøðin er sett upp av norska Kartverket, sum ein partur av teirra mátistøðum í norðurhøvum. Til ber, á heimasíðuni http://sesolstorm.kartverket.no/, at síggja um órógv er á gps-signalum. Enn sæst bert, hvussu viðurskiftini eru í Noregi, men seinni fer eisini at bera til at síggja hetta fyri Føroyar.

Sólstormar vísa seg at vera afturvendandi 11. hvørt ár, og eru í hæddini nú 2013/2014. Tann 13. og 14. mars 1989 vóru sólstormar av álvara. Hetta merktist bæði í Kanada og í Svøríki, har  milliónir av fólki ongan streym høvdu í fleiri dagar. Eini 1500 fylgisveinar fóru av kós, og í øllum heiminum vóru trupulleikar við navigatión og samskifti.

Sólstormar gjørdu seg eisini galdandi 19. og 20. november 2003. HF og VHF samskiftið við flogfør, norðan fyri 57°N, varð tá órógvað, stundum so nógv, at tað viðførdi blackout í flogførunum. Flogfør yvir pólarnar máttu tá skifta kós, tí vandi var fyri at ferðafólk blivu ávirkaði av geislingum. Eisini tá fóru fleiri fylgisveinar av kósini, og ein japanskur fylgisveinur fór heilt fyri skeyti. Órógv kom eisini á telefonsamskiftið, serliga fartelefonir, El-netið varð eisini ávirkað av sólstorminum.

Til ber at lesa meira um sólstormar, við at trýsta her: http://videnskab.dk/miljo-naturvidenskab/solstorm-risiko-stromnedbrud-i-manedsvis

Á myndunum síggjast Rune I. Hansen og Yngvild L. Andalsvik frá Kartverket í Noregi greiða frá um sólstormar.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.