Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nú skal landið nivellerast

Í gjár komu 5 fólk frá Kort & Matrikelstyrelsen (KMS) til Føroyar at gera hæddarmátingar. Roknað verður við, at arbeiði tekur umleið 1 mánað.

Í sendingini Stormchasers á Discovery Channel, verður koyrt runt í løgnum bilum, sum hava eina rúgvu av tekniskari útgerð ísetta. Í gjár komu tveir aðrir líknandi løgnir bilar úr Danmark til Føroya í sambandi við, at Føroyar skulu nivellerast. Bilurin hevur eitt torn í lastini, har øll tann tekniska útgerðin stendur. Tá henda er innstillað, er tað nóg mikið at koyra eftir landsvegunum, og á henda hátt gera hæddarmátingarnar.

Kring landið finnast nógv fixpunkt, sum verða brúkt sum grundarlag fyri uppmáting og kortlegging. Fixpunktini hava eina kenda hædd yvir havyvirflatuni, roknað sum miðal vatnstøða í mun til flóð og fjøru. Ein afturvendandi trupulleiki hevur tó verið, at fixpunktini ikki hava teir neyvleikar, sum framkomin uppmátingartól seta. Tí er Umhvørvisstovan, í samstarvi við Kort & Matrikelstyrelsen, Danmarks Rumcenter og Landsverki, farin undir at bøta um góðskuna á hesum fixpunktunum.

Mátingarnar verða gjørdar á vegastrekkjum, sum vístar eru á kortinum:

Reyða strikan vísir strekkini, sum skulu hæddarmátast. Fyri hvønn km verður mált til eitt fixpunkt.

Landsverk hevur uppsett vatnstøðumátarar í Tórshavn, á Eiði, í Sørvági og í Klaksvík, sum støðugt máta vatnstøðuna. Við at samanknýta hæddarmátingarnar (nivellementið) við vatnstøðumátararnar, fæst tí gott samband millum vatnstøðuna og fixpunktini.

Hæddarmátingin verður gjørt við tveimum serútgjørdum bilum hjá Kort & Matrikelstyrelsen. Hæddarmátingarnar verða gjørdar sum eitt rullandi nivellement eftir landsvegunum og ígjøgnum tunlarnar. Eitt uppmátingartól stendur í lastini á hvørjum bili og hagani verður siktað millum bilarnar. Aftari bilurin koyrir so umleið 300 m fram um hin, og síðan verður siktað av nýggjum millum bilarnar.
Rullandi trigonometriskt nivellement. Mált verður millum 2 bilar og umleið 300 m er ímillum bilarnar. Aftari bilurin koyrir so fram um og hildið verður áfram.

Fólkini frá Kort & Matrikelstyrelsen eru von við at gera slíkt arbeiði, tí tey hava júst nivellerað Danmark úr enda í annan. Tey rokna við at nivellera 4 km um tíman. Hæddarneyvleikin millum einstøku fixpunktini verður tá betri enn 1 millimetur. Roknast má við, at neyvleikin frá Tórshavn til Eiði fer at liggja um 1-2 cm. Hetta fer at bøta munandi um hæddarneyvleikan á fixpunktunum. Sum støðan er í dag, er tað ikki óvanligt við feilum upp á 10 – 20 cm í hædd millum fixpunktini.

Hevði tað verið landfast til Sandoy og Suðuroy,hevði tað rullandi nivellementið eisini verið gjørt her. Aðrir hættir mugu tí brúkast at yvirføra hæddirnar til Sandoy og Suðuroy. Hetta verður gjørt við GPS- og tyngdarmátingum.

Tá uppmátingin er gjørd, fer at bera til at gera neyvar hæddarmátingar við gps tólum hjá øllum, sum fáast við uppmátingar – bæði almennum myndugleikum og privatum virkjum.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.