Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskur adressufundur í Føroyum

Í farnu viku var norðurlendskur adressufundur í Føroyum. Á fundinum luttóku 47 fólk úr øllum norðurlondum, íroknað Grønlandi og Álandi. Á fundinum var millum annað tann týdningarmikli leikluturin viðgjørdur, sum adressur hava fyri fólkayvirlit, virkisskráir, postverk og hagstovur.

Norðurlendskir adressufundir verða hildnir á hvørjum ári, har skift verður ímillum londini. Hesuferð fall tað Føroyum í lut at vera vertur.

Eitt av høvuðsevnunum á adressufundinum hesaferð var “Adressur til virkir, fyritøkur og stovnar”. Á fundinum kom fram, at flestu londini hava trupulleikar við tilluting av adressum til skúlar, sjúkrahús og sølumiðstøðir. Sama ger seg galdandi í Føroyum, har nógvar stórar fyritøkur mangla alment ásettar adressur. Onnur evni á fundinum vóru nýskipan av fólkayvirlitum, og í hvønn mun adressuskráir verða knýttar til aðrar grundskráir í teimum ymisku londunum.

Á fundinum kom eisini fram, at Taks hevur umleið 200.000 kr. í árligum eykaútreiðslum av, at postur ikki kemur fram. Og Taks er bara ein stovnur – aftursendur postur er somuleiðis ein stór útreiðsla hjá øðrum stovnum og virkjum. Ein álítandi landsadressuskrá, sum er atkomulig hjá øllum, hevði sostatt spart samfelagnum nógvan pening.

Til ber at síggja allar framløgurnar frá adressufundinum, við at trýsta her.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.