Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskar náttúruloysnir á COP27

Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.

Klokkan 12.30 í dag byrjar tiltakið Coexistence with Nature á veðurlagsráðstevnuni COP27, sum í ár verður hildin í Sharm el-Sheikh. Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna. Hetta kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur, til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið – við øðrum orðum: við at brúka náttúruloysnir. Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir innan náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða m.a. nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram.

Tiltakið kann stroymast her kl. 12.30: