Norðurlendsk uppmáting í Føroyum
Í norðanlondum og í teimum baltisku londunum fóru tey fyri fimm árum síðani undir, at skipa eitt neyvt geodetiskt net. Nú verður netið víðkað til eisini at fevna um Føroyar.
Umhvørvisstovan og Kort & Matrikelstyrelsen skipa í felag frá 28. september til 5. oktober fyri umfatandi uppmátingum av fixpunktsnetinum í øllum landinum. Arbeiðið er byrjanin til eitt gott og neyvt grundarlag undir øllum uppmátingarvirksemi.
Nýggja tøknin við framkomnum uppmátingartólum setir alt størri krøv til, at fixpunktini eru neyv. Arbeiðið verður gjørt við gps-mátingum.
Líknandi mátingar verða gjørdar í Grønlandi, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og í teimum Baltisku londunum.
Sama altjóða skipan
Endamálið við arbeiðnum er, at knýta øll londini saman í eitt neyvt geodetiskt net. Hjá londum, sum marka upp móti hvørjum øðrum, er tað ein stórur fyrimunur at sama geodetiska net verður brúkt. Í Føroyum hevur tað eitt nú týdning fyri offshore- og umhvørvisfólk, at til ber at samstarva um landamørk í eini felags altjóða skipan.
Síggja hvussu punktini flyta seg
Fyri 5 árum síðani vóru somu uppmátingar gjørdar í hinum londunum, men hetta er fyrstu ferð, at vit eru við. Tá uppmátingar nú aftur verða gjørdar, fer at bera til at síggja, hvussu londini ella støðini flyta seg í mun til hvønn annan. Tað kann hava týdning at vita.
Eitt nú so lækkar uppmátingarpunktið í Grønlandi 7 mm hvørt ár. Í sambandi við vatnstøðumátingar, ber so til at siga, um havið hækkar ella um tað er landið, sum lækkar.
Um tú vil hava meira at vita er tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.