Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Myndakort frá fylgisveini nú á Kortal

Sum eina roynd, hevur Umhvørvisstovan nú lagt eina fylgisveinamynd av einum parti av landinum á kortal.fo. Myndin er tikin tann 1. juni 2022 og talan er um eitt øki, sum umfatar meginpartin av Suðurstreymi.  

Tað eru 7 ár síðani, at fari var undir at brúka dronumyndir, í staðin fyri flogmyndir, av býum og bygdum. Fyrimunurin við at brúka dronir heldur enn flogfør var, at farast kundi undir flúgvingina beinanvegin tá veðrið var til vildar. Tá flogfør skuldu brúkast, kundi tað taka dagar áðrenn tey vóru tøk, og tá kundi veðrið lættliga broytast fleiri ferðir. Ein annar fyrimunurin við dronum er, at hóast skýggj, ber til at flúgva undir teimum. 

Men tá farið verður uttanfyri bygd økir, eru víddirnar so stórar, at trupult er at brúka dronur. Nýggjastu myndirnar av óbygdum øki eru frá 2009, tá alt landið varð avmyndað við flogfari. 

Nýggjasta tøkni eru háupploysiligar fylgisveinamyndir. Har flogmyndirnar frá 2009 høvdu eina upploysn upp á 40 cm, hava nýggju fylgisveinamyndirnar eina upploysn upp á 30 cm. Enn eru slíkar fylgisveinamyndir ikki tøkar fyri alt landið, men tá tær vera tað, helst einaferð í ár, er ætlanin eisini at leggja hesar á kortal.fo. 

Fylgisveinamyndirnar stava frá fylgisveinunum Pleiades Neo, sum Airbus eigur. Talan er um í alt 4 fylgisveinar har tann fyrsti varð sendur í umferð 28. apríl 2021. Frástøðan frá jørðini er 620 km og geometriski neyvleikin liggur um 3½ metur. 

Fyri at síggja fylgisveinamyndina á Kortal velur tú Lag listan. Niðast í listanum setir tú flugubein út fyri “Fylgisveinamynd 2022”. 

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella á us@us.fo