Munagóð rottutýning er annað og meira enn rottueitur

Í hesum døgum sita starvsfólk frá kommunum og fyritøkum á skúlabonki og fáa týdningarmikla vitan um fyribyrging og týning av rottu. Rotta ger, sum flestum kunnugt, skaða á bygningar og útbúnað og er ein stór hóttan móti fugli. Somuleiðis økir hon um smittuvandan við at bera sjúku millum djór og fólk. Tað er serliga av hesum orsøkum, at allar kommunur hava eina skyldu at hava eina munagóða týning av rottu. Men snilda og varna rottan kann vera torfør at basa.
Rottueitur verður nógvastaðni lagt uttan stórvegis úrslit. Rottutýning snýr seg nevniliga um meira enn at leggja eitur í rottukassar. Ein munagóð týning av rottu krevur holla vitan innan øki, millum annað um lívfrøðina hjá rottu, um hvussu hon nørist og spjaðist. Um hvar hon finnur sær føði og um at rotta dugur framúr væl at klintra og svimja.
Eitur er ikki bara eitur. Hvat slag, hvussu nógv, hvar og hvussu ofta skal eitur leggjast út? Nógvar ymiskar fellur og útgerð eru at velja millum tá rottan skal týnast. Uttan røttu vitan, er lætt at velja skeiva ella vánaliga útgerð. Tí er avgerandi fyri munagóða rottutýning, at rottutýnarar hava vitan og førleikar innan fellur, eitur og atferðina hjá rottu fyri at týna rottu.
Skeiðið um at fyribyrgja og týna rottu er skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiðið og nógv er at kjakast um. Luttakararnir hava góðar møguleikar at hittast tvørtur um kommunumørk og at frætta um rottuarbeiðið kring landið. Miðað verður ímóti, at luttakararnir fáa góða fatan av, at tey eru partur av einum professionellum netverki, sum kann hittast og samstarva, eisini tá skeiðið er liðugt.
Skeiðið verður fyriskipað av Umhvørvisstovuni og verður gjøgnumført saman við ráðgeva Ann-Charlotte Heiberg, sum er millum fremstu serfrøðingar á økinum, og hevur drúgvar royndir sum undirvísingarleiðari á løggildingarskeiðinum hjá Miljøstyrelsen í Danmark. Umframt útlendsku serfrøðina eru eisini føroyskir undirvísarar við servitan á sínum øki. Malan Mikkelsen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Maria Gunnleivsdóttir Hansen og Birita Fritleivsdóttir Kjærbæk frá Umhvørvisstovuni. Tina Kajsdóttir, sum var millum tey fyrstu í Føroyum, sum vórðu løggildað, legði fram vitan um munagóða týning og hvussu bygningar kunnu gerast rottutryggir, serliga við støði í egnum royndum.
Hetta er triðja løggildingarskeið, sum verður fyriskipað síðani 2022 í Føroyum. Í alt eru nú 59 løggildaðir rottutýnarar, sum saman eru eitt týðandi grundarlag undir munagóðari týning av rottu.










