Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Minningarorð um starvsfelaga  okkara, Suna Petersen

Nú er longu ein tíð fráliðin síðani starvsfelagi okkara, Suni Petersen, andaðist 25. juni 2025, einans 69 ára gamal. Hetta er ungur aldur, tá ein ikki kennir seg gamlan. Suni gleddi seg til at njóta virkin eldraár við at fara á flot, vera saman við abbadøtrunum og familjuni og geva sær stundir til løtur saman við vinfólki.

Sum ungur fór Suni at lesa verkfrøði á Danmarks Tekniske Højskole í Lyngby. Eftir loknan lestur arbeiddi hann niðri eina tíð á fiskamjølsverksmiðju, seinni sum ráðgevandi verkfrøðingur og eitt skifti sum lærari í evnafrøði á studentaskúlanum í Hoydølum.

Ikki var tað av tilvild, at Suni valdi sær umhvørvi og náttúru sum lívsleið. Alskurin til náttúruna var stórur, og kendi Suni væl til bæði sjógv og fjøll, eisini frá tíðini sum gulur skóti í Havn, har hann var virkin langt upp í vaksnamannalívið. At fara á flot í Nólsoyarfirði og á haruveiðu við Gjógv snúði seg meira um løtuna enn um veiðuna. Fleiri okkara minnast eisini dagin fyri nøkrum árum síðan, tá vit alt í einum lupu avstað og umborð á bátin hjá Suna og hjálptu til at reka eina grind inn í Sandagerð – eitt gott minni. Suni var eisini við frá byrjan og ein góður stuðul hjá vinmanninum Bjørka at byggja upp Sjósavnið á Argjum.

Frá 1996 og fýra ár fram var Suni umhvørvisleiðari hjá IRF. Helst fyrsti umhvørvisleiðari í Føroyum. Yrkisleiðin hjá Suna innan almenna umhvørvisfyrisiting byrjaði í 2000, tá hann varð settur í starv sum málsviðgeri á táverandi umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvstovuni. Suni tók sær tá serliga av umhvørvisgóðkenningum til serliga dálkandi virki. Suni hevði ein týðandi leiklut í arbeiðinum at orða og tillaga havumhvørvisverndarlógina, sum kom í gildi í 2005. Hann leiddi arbeiðið at seta frálandavinnuni hóskandi myndugleikakrøv frá byrjan. Við ársenda í 2007 flutti Suni við Umhvørvisdeildini av Heilsufrøðiligu starvsstovuni út á Umhvørvisstovuna. Árið eftir, í 2008, tók Suni eftirútbúgving í orku- og umhvørvisrætti. Í 2011 tók hann við sum deildarleiðari á deildini Vernd. Stuttligt at hugsa, at Umhvørvisstovan heldur til á trøðni hjá abba Suna, Müllerstrøð, har familjan enn búleikast.

Sum deildarleiðari hevði Suni nógvar dygdir, ið komu okkum starvsfólkum til góða. Hóast nógv um oyruni gav Suni sær altíð stundir til okkum starvsfólk. Hurðin stóð at kalla altíð opin. Suni var fyrst og fremst kønur í tí fyrisitingarliga og gekk høgt uppí málsviðgerðina, at alt fór rætt fram. Suni var í stóran mun partur av menningini av lóggávu og fyrisiting innan umhvørvi og náttúru í Føroyum.

Suni var eisini ein vitandi maður bæði um verkfrøði og náttúruvísind, sum kann sigast var hansara fakliga heimabeiti, men eisini um søgu og politikk. Suni var góður við skúla og skúlaskap og gav sær altíð góðar stundir, tá næmingar og lesandi vendu sær til Umhvørvisstovuna. Harumframt var Suni gløggur, sjáldsama nærlagdur og eitt álitisfólk. Ikki minst var Suni vertskapsmaður og bæði stuttligur og hittinorðaður og dugdi ofta at siga frá onkrum forkunnugum.

Á heysti 2021, stutt eftir at Suni hevði fingið staðfest krabbamein, valdi hann at gevast sum deildarleiðari og í staðin at halda áfram sum málsviðgeri í tann mun, sjúkan loyvdi. Undir sjúkraleguni ringdu og vitjaðu vit javnan við tíðindum frá deildini. Hin fyrsta mai í 2025 hevði Suni 25-ára starvsdag.  

Prátini um gaman og álvara halda nú fram í hugaheiminum.  

Vit minnast við takksemi góðu og læruríku løturnar saman við Suna. 

Okkara tankar eru hjá Helenu, Paula og Brynhild við familju.

Friður verði við minninum um Suna.  

Frá starvsfeløgum á Umhvørvisstovuni.

Kunngerðir