Lýst verður eftir umsóknum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku
Loyvi
til
elframleiðslu
úr
vindorku á Sandi
Sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um el og fjarhita við seinni broytingum, verður við hesum lýst eftir umsóknum um loyvi til elframleiðslu úr vindorku til ein mátt á upp til 30 MW á einum nærri ásettum stað í høgum vestanfyri Sands bygd.
Treytir fyri at kunna søkja
Endaligt loyvi er treytað av, at onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikum og loyvi frá Sands kommunu kunnu útvegast.
Umsøkjari skal vísa á neyðugan serkunnleika og førleika til ætlaða virksemið. Umsøkjarin skal hava váttan frá peningastovni um tøka fígging til ætlanina.
Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt loyvi minni enn 30 MW.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Ara Johanneson á Umhvørvisstovuni, fyri at fáa umsóknarblað og nærri kunning um nevndu treytir, staðseting av vindmyllulundini, og aðrar treytir fyri at kunna søkja.
Freist at søkja
Seinasta freist at senda inn umsókn um loyvi er 15. januar 2025 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðargøta 38, Postboks 2048, 165 Argir,
teldupostur: us@us.fo