Loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri
Lýst verður av nýggjum eftir umsøkjarum til loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkeri.
Økið til vindmyllurnar er í høgunum Heimari Partur og Handari Partur í Porkeri. Fyrivarni verður tikið fyri, at endaliga staðsetingin av vindmyllunum kann verða broytt, um endaligu vindmátingarnar tala fyri tí.
Samlaði framleiðslumátturin, sum loyvi kann gevast til, er í mesta lagi 12 MW.
Loyvið kann veitast sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 við seinni broytingum um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.
Umhvørvisstovan kann velja ikki at veita nakað loyvi og kann somuleiðis gera av at veita eitt loyvi minni enn 12 MW.
Umsóknarblað og nærri upplýsingar
Umsóknarblað fæst á Orku á Umhvørvisstovuni, har nærri treytir fyri at kunna søkja eru lýstar.
Eru spurningar ber til at tosa við Ara Johanneson, ráðgeva á Orku á Umhvørvisstovuni, tlf. 282860.
Umsóknarfreistin er 15. oktober 2018.
Umsóknir skulu sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 FO-165 Argir