Tvey starvsfólk til plantusøluna í summar

Umhvørvisstovan søkir eftir tveimum fólkum at arbeiða í Skógrøkt í summar. Deildin varðar av skógfriðaðu økjunum í Føroyum, alir og selur plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
- avgreiðsla av kundum
- merking og framsýning av vørum
- vegleiðing í plantusøluni
- at fríðka um og viðlíkahalda søluøkið
- at seta vøru fram í sølubúðini
- at skráseta plantur í kassaskipanini
Harafturat kemur tú eftir tørvi at hjálpa til við ymiskum arbeiðsuppgávum á Skógrøkt, eitt nú at vatna trø og plantur.
Førleikar
Vit vænta, at tú
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- hevur áhuga fyri plantu- og viðarvøkstri
- ert væl skipað/ur og dugir væl at samskifta við ymisk fólk
- dugir væl at samstarva
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við sølu og kundatænastu.
Setan
Størvini eru fulltíðarstørv, ella sambært avtalu. Talan er um tvey tíðaravmarkað størv til og við 15. august. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreist er 11. mai 2025.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Tinu Ragnudóttir, tinar@us.fo, tlf. 259259 ella Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.