Laksur á Skálafirði
Almenn lýsing av fyribilsgóðkenning hjá P/F Bakkafrost Farming at hava laks á Skálafirði.
Umhvørvisstovan hevur hin 26. oktober 2016, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, veitt P/F Bakkafrost Farming tíðaravmarkaða umhvørvisgóðkenning
at hava laks á Skálafirði, aliøki A-35
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til Heilsu- og innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikdagin 30. nov. 2016.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo