Kryvjivirkið í Vági fingið umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 6. november 2020, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, hevur veitt umhvørvisgóðkenning til:
Kryvjivirkið hjá P/F Bakkafrost Processing í Vági
Góðkenningin er almenn og sæst hon her
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 19. desember 2020.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo