Kristina Fosaa útlærd

Kristina Fosaa hevur í dag fingið prógv fyri lokna skrivstovuútbúgving innan fyrisiting. Kristina byrjaði sum næmingur á Umhvørvisstovuni í februar 2022 og hevur verið knýtt at Tinglýsingini, Landsfólkayvirlitinum og Stjórnarskrivstovuni í lærutíðini. Malene Egeberg Jacobsen hevur verið lærumeistari. Kristina skrivaði høvuðsuppgávu um virðismetingina av fastogn ísv. áseting av tinglýsingaravgjaldi.
Vit á Umhvørvisstovuni ynskja Kristinu hjartaliga til lukku við útbúgvingini.