Kortstjórafundur í Føroyum
Umhvørvisstovan er vertur fyri afturvendandi norðurlendska kortstjórafundinum

Útvið 40 umboð frá ávíkavist Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark, Svøríki og Finlandi vitja í hesum døgum Umhvørvisstovuna. Á skránni er árligi kortstjórafundurin, ið er eitt samstarv ímillum norðanlond. Fundurin byrjaði á Hotel Hafnia í morgun og endar mikudagin, tá kortstjórarnir undirskriva norðurlendskan samstarvssáttmála.
Í morgun hava kortstjórarnir lagt teirra landsfrágreiðing fram og seinnapartin fara umboðini í arbeiðsbólkar innan eitt nú tinglýsing, matrikkul og gransking. Kortstjórafundurin fer eisini at umrøða europæiska felagsmyndilin INSPIRE, ið standardiserar flutningin av data ímillum landamørk. Við INSPIRE verður eitt rættarligt grundarlag ment, soleiðis at eitt undirstøðukervi fyri landafrøðiliga kunning kann stovnast og rekast í Evropa, við tí fyri eyga at orða, fremja, ansa eftir og eftirmeta politikkir á øllum stigum. Samstundis fær almenningurin atgongd til upplýsingarnar.
Týsdagin verða millumtjóða verkætlanir og samstørv á breddanum. Eitt nú fer Íslandska umboði, Magnus Gudmundson at tosa um Artiska SDI og danska umboði Jesper Jarmbæk fer at tosa um EuroGeographics og GMES. Mikudagin verður felags norðurlendskur samstarvssáttmáli undirskrivaður.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.