Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Lendisskrá

Tann 1. jan. 2024 kom kunngerð um lendisskrá í gildi. Kunngerðin ásetir, at allar góðkendar og ætlaðar byggisamtyktir skulu skrásetast í eini lendisskrá, sum Umhvørvisstovan umsitur.

Kunngerðin sigur eisini, at Umhvørvisstovan ásetir í reglugerð, hvussu kommunurnar skulu lata inn góðkendar og ætlaðar byggisamtyktir til Umhvørvisstovuna. Reglugerð um lendisskrá sæst her.

Í reglugerðini er ásett, at allar kommunur skulu skráseta góðkendar og ætlaðar byggisamtyktir í GIS-skipan. GIS-skipanin kann annaðhvørt liggja hjá kommununi ella hjá einum veitara. Kommunan skal bera so í bandi, at byggisamtyktirnar verða almannakunngjørdar sum vevtænastur, og at hesar innihalda neyðugu teigarnar, sum eru lýstir í reglugerðini um lendisskrá.

Um tað eru spurningar, ber til at seta seg í samband við Óluvu Mariu Højgaard, GIS-samskipara ella Stein Fossá, deildarleiðara.