Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Geodesi

Her verður greitt frá um GNSS (GPS), referencunet, k-skipanir, geoidur og fixpunkt.

Á hesi síðu

GNSS dátur

Umhvørvisstovan rekur 4 permanentar GNSS støðir (fyrr nevnt GPS) kring landið. Støðirnar standa í Klaksvík, Vestmanna, Trongisvági og á Argjum.

RTK UPPMÁTING OG AVSETING

Til ber hjá fyritøkum sum fáast við landmáting og hjá byggifeløgum, sum hava gravimaskinur við GPS, at brúka GNSS støðirnar hjá Umhvørvisstovuni og harvið náa centimetur neyvleika. Hesin uppmátingarháttur kallast RTK (Real Time Kinematic).

Fyritøkur, sum ynskja at brúka GNSS støðirnar til RTK mátingar, kunnu seta seg í samband við Umhvørvisstovuna.

POST-PROCESSING

Tað ber eisini til at heinta (downloada) dátur frá teimum 4 GNSS støðunum á netinum. Talan er um RINEX dátur (Receiver Independent Exchange) sum máta knattstøðuna hvørt sekund og 30. hvørt sekund hvønn dag árið runt.
Við GNSS dátum tøkum á netinum, er møguligt at logga egnar GPS mátingar í lendinum og síðani at rætta úrslitið heima aftaná (tað kallast Post-processing). GNSS dáturnar kunnu brúkast í sambandi við dronuflúgvingar og geodetiskar uppmátingar og annað, har neyvleikin av uppmátingunum er av stórum týdningi. Somuleiðis ber til at bøta um eldri GPS mátingar, tað verið seg innan landmáting og gransking. GNSS mátingar aftur til endan av 2019 liggja nú tøkar á netinum.

Dáturnar eru ókeypis og kunnu heintast við FTP á dataforsyningen.dk. Neyðugt er at stovna seg sum brúkara á Dataforsyningen fyri at heinta dáturnar.

Krossskipan og EPSG kodur

FØROYSKAR KROSSSKIPANIR

Nýggjasta krossskipanin nevnist FOTM. FOTM samsvarar við ta matematisku k-skipanina, X peikar eystureftir og Y norðureftir, sum víst við grønum á myndini niðanfyri. Y ásin er samanfallandi við 7° V

Í krossskipanini FK89, peikar Y norðureftir og X peikar vestureftir, víst við svørtum á myndini. Nullpunktið er í  62° N og  9° V og hevur hetta punkt krosstølini (Y,X)=(700.000 m, 700.000 m). Legg til merkis, at í mun til ta matematisku krossskipanina, so peikar X til vinstru og haraftrat verður Y nevnt fyrst.

Á myndini sæst eisini krossskipan UTM, sum er víst við reyðum. Flestu lond her um leiðir eru í ferð við at umleggja krossskipanirnar til UTM.

Krossskipanir – FOTM (grønt), FK89 (svart), UTM (reytt) og Geografiskir koordinatar (blátt). Á myndini síggjast eisini krosstølini til 62° N og 7° V í ymsu skipanunum.

K-SKIPANIR OG EPSG KODUR

Í Føroyum verða hesar k-skipanir nýttar. K-skipanirnar hava hesar EPSG kodur.

Projekteraðar k-skipanirEPSGDømi XDømi Y
ETRS 1989 UTM Zone 29N25829604.742,686.875.794,50
European Datum 1950 UTM Zone 29N23029604.851,256.876.034,35
FOTM – ETRS 1989 Faroe TM5316200.000,00876.910,29
fk89, Faroe 1989 -594.919,90701.535,26
    
Geografiskar k-skipanirEPSGDømi XDømi Y
ETRS 19894258-7,00000062,000000
European Datum 19504230-6,99798562,000640
FD 19544741-6,99442761,999204
fk894753  

Í døminum verður sama positión víst í ymiskum k-skipanum.

Um FK89 verður brúkt, kunnu hesir parametrar brúkast. Feilurin er 10 cm í Tórshavn, men økist tess longri fjarstøðan er frá Tórshavn. Í Klaksvík 1 metur, Tvøroyri 2 metrar og í Akrabergi er feilurin 2½ metur!

Projection: Lambert_Conformal_Conic
False_Easting: -699705,574
False_Northing: 699920,349
Central_Meridian: -9,0
Standard_Parallel_1: 62,0
Standard_Parallel_2: 62,0
Scale_Factor: 1,0
Latitude_Of_Origin: 62,0
Linear Unit: Meter (1,0)
 
Geographic Coordinate System: GCS_fk89
Angular Unit: Degree (0,0174532925199433)
Prime Meridian: Greenwich (0,0)
Datum: D_fk89
  Spheroid: International_1924
    Semimajor Axis: 6378388,0
    Semiminor Axis: 6356911,946127947
    Inverse Flattening: 297,0

FOTM OG FVR09

Endamálið við innføring av FOTM er at fáa eina kortskipan, sum byggir á altjóða standardar og tí kann brúkast í uppmátingartólum og kortforritum uttan sertillagingar. Samstundis er skipanin so háttað, at hon við fyrimuni kann brúkast í Føroyum til neyvar uppmátingar, tí talan er um lítla skalabroyting.
FVR09 er ein nýggj og neyv hæddarskipan, sum byggir á nýggjar vatnstøðumátingar, tyngdarmátingar og nivellement. Við hesi skipan, er munandi betri samsvar millum hæddarpunktini í landinum.

Um FOTM

FOTM er stytting fyri kortprojektiónina FOroyar Transversal Mercator. Eisini sæst heiti Faroe TM.
Kortprojektiónin ber altjóða heiti EPSG::5316 og á https://epsg.org/home.html ber til at síggja parametrararnar, sum galda fyri projektiónina. 

Um FVR09

FVR09 er stytting fyri Faroe Islands Vertical Reference 2009. Av tí at munur upp í ½ m kann vera millum gamlar hæddir (Z89) og nýggjar í FVR09, er sera umráðandi altíð at brúka FVR09 hæddir, tá arbeitt verður í FOTM.
Hæddarskipanin ber altjóða heiti EPSG::5317 og á https://epsg.org/home.html ber til at síggja meira um hæddarskipanina.
FOTM + FVR09 hevur altjóða heiti EPSG::5318.

Geoidur

Hæddir á fixpunktum, eru hæddir yvir sjóvarmálanum. Tá GPS verður brúkt til hæddarmáting, verður hæddin hinvegin ikki máld í mun til sjóvarmálan, men í mun til ellipsoiduna (í datum WGS84). WGS84 ellipsoidan í Føroyum liggur umleið 56 metur undir sjóvarmálanum. Myndin niðanfyri vísir hvussu nógv skal dragast frá eini gps máldari hædd fyri at fáa hæddina yvir sjóvarmálan.
Minsti munurin er í Akrabyrgi 55,55 m
Størsti munur er í Mykinesi 56,93 m
Nevnast kann at í flestu GPS’arum eru hesar rættingar innbygdar.

FOGEOID2012.02

Geoidan FOGEOID2012.02, er gjørd út frá nivellementi, tyngdarmátingum, gpsmátingum og vatnstøðumátingum í 2009 og 2010. Neyvleikin í meðinøkinum (har landfast er) má metast at vera betri enn 2 cm.

Føroyska geoidan. 5 cm er millum kurvarnar.

GEOIDAN Í YMSUM SNIÐUM

Newest geoid in different formats

GeoidYear Format
fogeoid12.022012 KmsTrans
FO_geoid12A.ggf2012 Trimble
fogeoid12.tiff2012 GeoTiff
fogeoid12.gtx2012 Binary
fo_geoid2012a.gri2012 Txt. Gravsoft.

Fixpunkt

 Ymisk fixpunkt: Hol við tríkanti, GI-fixpunkt, betongblokkur, bronsu-fixpunkt

Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión. Fixpunkt hava eitt X- og eitt Y-virði í eini krossskipan. Nógv fixpunkt hava eisini eitt Z-virði, sum er hæddin yvir sjóvarmálan. Á myndini omnfyri síggjast ymisk fixpunkt.

Samband

Hevur tú spurningar? Her sær tú hvønn tú kann seta teg í samband við.

Stein Fossá

Deildarleiðari

SteinF@us.fo +298 342450

Landinspektørur (Cand. Geom.)