Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Kort fáa alsamt størri týdning

Kort kunnu nú eisini brúkast til at finna dagbløð úr øllum heiminum. Um ein ikki skilir málið, ber eisini til at fáa bløðini umsett

Fyrr vóru kort nakað, sum vóru brúkt fyri at finna lond og býir. Í dag eru kort ein týdningarmikil lykil, sum kann brúkast at finna allar møguligar aðrar upplýsingar. Á heimasíðuni www.newspapermap.com, ber til at finna dagbløð úr øllum heiminum. Um tú fert at ferðast onkrastaðni, ber til á hesi heimasíðu at síggja tey bløð, sum finnast í økinum. Men tað er ikki nóg mikið við hesum. Til ber eisini at fáa bløðini umsett til nógv mál, men enn ber ikki til at umseta hesi til føroyskt.

Hetta er eitt, av nógvum dømum um hvussu kort kunnu brúkast til at finna aðrar upplýsingar á internetinum.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.