Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Jarnmóttøka á Rituvíkarhálsi góðkend

Sp/F Vígdis fingið umhvørvisgóðkenning til jarnmóttøku

Virksemið hjá Sp/F Vígdis snýr seg um at savna og skilja smærri nøgdir av  brúktum jarni og metali. Tilfarið verður útflutt í bingjum, og síðani endurvunnið.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at økið er skipað á skynsaman hátt, og at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið.
Virksemið fer fram á ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi. 

Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 19. juni 2014.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo