Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ikki neyðugt við umhvørvisárinsmeting

Umhvørvisstovan hevur hin 31. oktober 2022 tikið avgerð um, at ikki er neyðugt við loyvi sambært § 21, stk. 1 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum og tilhoyrandi árinsmeting sambært § 21, stk. 2 í lógini í sambandi við

eina ætlan um at leingja verjugarðin við bátahylin í Oyrunum og at gera eina uppfylling út á sjógv við vinnuøkið norðan fyri bátahylin.

Avgerðin sæst her og kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni á teldupost us@us.fo ella Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi 28. november 2022.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo