Í Føroyum búgva nú 2,9 fólk í hvørjum húski
Nú eitt nýtt landsfólkayvirlit er tikið í brúk og øll fólk hava fingið adressur, ber fyri fyrstu fer til at síggja hvussu nógv húski eru í landinum og hvussu nógv búgva í hvørjum húski
Umleið 16.500 húski eru í Føroyum og í meðal búgva 2,9 fólk í hvørjum húski. Hetta talið er væl størri enn í Danmark og Norra, har tað í meðal bert búgva 2 fólk í hvørjum húski.
Á heimasíðuni ber til at síggja talið av fólki og húskjum á teimum einstøku plássunum í Føroyum.
Topplistin, har tað eru flest fólk/húski sæst her:
Postnr | Stað | Fólk 01.01.2012 | Húski | Fólk/Húski |
286 | Stóra Dímun | 8 | 1 | 8,0 |
178 | Norðradalur | 21 | 4 | 5,3 |
736 | Norðtoftir | 5 | 1 | 5,0 |
798 | Trøllanes | 19 | 4 | 4,8 |
177 | Syðradalur, str. | 9 | 2 | 4,5 |
645 | Æðuvík | 114 | 29 | 3,9 |
385 | Vatnsoyrar | 55 | 15 | 3,7 |
796 | Húsar | 44 | 12 | 3,7 |
655 | Nes, Eysturoy | 313 | 86 | 3,6 |
Flestu av bygdunum eru smáar, men 2 størri bygdir eru tó við á listanum nevniliga Æðuvík og Nes í Eysturoynni. Her búgva í meðal ávikavist 3,9 og 3,6 fólk í hvørjum húski.
Í hinum endanum av listanum, har minst er av fólki í hvørjum húsi, eru bert smáar bygdir:
Postnr | Stað | Fólk 01.01.2012 | Húski | Fólk/Húski |
478 | Elduvík | 27 | 14 | 1,9 |
260 | Skúvoy | 36 | 19 | 1,9 |
695 | Hellurnar | 17 | 9 | 1,9 |
767 | Hattarvík | 15 | 8 | 1,9 |
475 | Funningur | 58 | 31 | 1,9 |
388 | Mykines | 14 | 8 | 1,8 |
765 | Svínoy | 33 | 19 | 1,7 |
280 | Hestur | 25 | 15 | 1,7 |
387 | Gásadalur | 18 | 11 | 1,6 |
437 | Nesvík | 2 | 2 | 1,0 |
737 | Múli | 1 | 1 | 1,0 |
735 | Depil | 1 | 1 | 1,0 |
285 | Koltur | 1 | 1 | 1,0 |
Í bygdunum Nesvík, Múla, Depli og Koltri býr bert eitt fólk í hvørjum húsi.
Um tey størstu plássini í landinum verða samanborin, sær listin soleiðis út:
Postnr | Stað | Fólk 01.01.2012 | Húski | Fólk/Húski |
100 | Tórshavn | 12264 | 4272 | 2,9 |
700 | Klaksvík | 4592 | 1541 | 3,0 |
188 | Hoyvík | 3657 | 1068 | 3,4 |
160 | Argir | 2049 | 641 | 3,2 |
530 | Fuglafjørður | 1500 | 510 | 2,9 |
900 | Vágur | 1347 | 493 | 2,7 |
350 | Vestmanna | 1221 | 449 | 2,7 |
370 | Miðvágur | 1053 | 356 | 3,0 |
380 | Sørvágur | 1005 | 371 | 2,7 |
600 | Saltangará | 958 | 289 | 3,3 |
520 | Leirvík | 877 | 292 | 3,0 |
360 | Sandavágur | 856 | 296 | 2,9 |
800 | Tvøroyri | 803 | 341 | 2,4 |
Her sæst, at nógv fólk eru í hvørjum húski í nýggju búøkjunum Hoyvík, Argjum og Saltangará, meðan færri fólk eru í hvørjum húsi á eitt nú Tvøroyri.
Havast skal í huga, at bert hús, har fólk búgva í, eru við í yvirlitinum. Tóm hús eru sostatt ikki við í uppteljingini.
Til tess at fáa eina heildarmynd av øllum landinum, hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt føroyakort, sum lýsir støðuna. Kortið, sum sæst niðanfyri, kann heintast sum pdf her á heimasíðuni.
Viðmerkjast kann, at kortið er gjørt við ókeypis forritinum Quantum GIS, sum fæst her: www.qgis.org.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.