Húsavíkar kommuna fingið adressur
Bygdirnar í Húsavíkar kommunu hava fingið gøtunøvn og við tí hava allar bygdirnar í Sandoynni adressur.
Tá ið Húsavíkar Kommuna fór undir at finna gøtunøvn til bygdirnar í kommununi, funnu tey nøvn sum eru í bygdunum. Í fleiri førum høvdu vegirnir navn frammanundan og í øðrum førum valdu tey nøvn, sum hóskaðu til har vegirnir eru. Sjógøta í Húsavík gongur fram við sjónum og Ryggjavegurin gongur inn í Ryggir, meðan Gerðavegur í Dali gongur út í Gerði.
Kommunan valdi gøtunøvnini
Borgarstjórin í Húsavíkar Kommunu, Hanus undir Leitinum sigur, at uppskotið til gøtunøvn var borið í hvørt hús í bygdini. Semjan var so mikið breið um uppskotið hjá kommununi, at tað gjørdust endaligu nøvnini, sigur hann.
Onkur vildi sjálvsagt havt at okkurt gøtunavnið gjørdist øðrvísí, leggur Hanus undir Leitinum afturat.
Húsavíkarvegur, Dalsvegur og Skarvanesvegur
Landsverk hevur frammanundan givið atkomuvegunum til bygdirnar navn eftir bygdini, so har var einki broytt. Á Skarvanesi er tað samstundis einasti vegurin í bygdini, so har var valið ikki torført. Gøtunøvnini í Húsavíkar Kommunu eru:
Í Húsavík:
Bøgøta
Sjógøta
Húsavíkarvegur
Fram við Ánni
Skúlavegur
Tumbakkavegur
Ryggjavegur
Í Dali:
Miðgøta
Dalsvegur
Kirkjuvegur
Áargøta
Gerðavegur
Á Skarvanesi:
Skarvanesvegur
Adressukort av Húsavík, Dali og Skarvanesi kunnu síggjast á heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo.