Hevur mált allar fjallatoppar í Føroyum.
Fyrr í vikuni handaði Pól Sundskarð Umhvørvisstovuni GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum í Føroyum.

Fjallatúrar eru vorðnir altsamt vælumtøktari í Føroyum. Seinnu árini hevur ein serligur áhugi stungið seg upp, um at vitja øll tey 340 skrásettu fjøllini í Føroyum. Nøkur fólk hava longu verið ígjøgnum allan fjallalistan, og fleiri eru ávegis. Fjallalistin sæst her: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562
Pól Sundskarð er mest kendur sum rennari, men hann er eisini íðin fjallagongumaður. Hann er ein teirra, sum hevur verið uppi á øllum fjallatoppum í Føroyum. Í tí sambandi hevur hann gjørt GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum, og hesi data handaði hann Umhvørvisstovuni fyrr í vikuni.
Stein Fossá, deildarleiðari, tók ímóti uppmálingunum og fegnaðist um tað ídni, sum Pól Sundskarð hevur víst. Nú verða uppmátingarnar eftirkannaðar, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verða tær lagdar út á heimasíðuna www.us.fo, sum vegleiðandi knattstøða til føroyska fjallalistan.
Umhvørvisstovan skal annars gera vart við, at galdandi lóggáva ikki gevur øllum fritt at fara í haganum, uttanfyri gomlu varðagøturnar. Mælt verður gongufólki til at seta seg í samband við avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið verður í hagan.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.