Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinsifisk

Luna hevur fingið góðkenning til at brúka rognkelsi sum reinifisk á Sørvágsfirði.

Umhvørvisstovan hevur hin 28. apríl 2015 veitt P/F Luna ískoyti til umhvørvisgóðkenningina av alivirkseminum á Sørvágsfirði. Ískoytið fevnir um nýtslu av rognkelsum sum reinsifisk, og er tað galdandi til 1. mai 2016.

Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 5. juni 2015.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo