Góðkenning av verkætlan hjá Sunda kommunu at víðka bátahylin á Oyrarbakka

Umhvørvisstovan hevur viðgjørt umsókn frá Sunda kommunu um loyvi til at víðka bátahylin á Oyrarbakka.
Ætlanin er at taka verandi pir upp og leggja ein nýggjan pir 25 m longri vestur. Pirurin verður bygdur sum ein grótútfylling, og 7.500 m3 av gróti verður nýtt til at gera pirin.
Í sambandi við verkætlanina hevur Biofar gjørt eina lívfrøðiliga kanning og skrivað frágreiðing um umhvørvi og djóralív niðanfyri sjóvarmálan í økinum vestanfyri verandi bátahyl á Oyrarbakka.
Kannaða økið er umleið 4.400 m2, og størsta dýpið er 4,5 m. Økið liggur vart fyri havaldu og brimi. Sjóvarfalsrák er suður og norður eftir landinum, í størri mun á ytra enn á innara partinum. Sandbotnur er um alt økið, og í støðum er sandurin taraklæddur.
65 djórasløg vóru staðfest við sýnistøku við grabba, og 55 sløg vóru staðfest við eygleiðing av kavarum. Sostatt vórðu í alt minst 110 sløg staðfest í kanningini, sum í stóran mun eru samansett av djórasløgum, sum búleikast niðri í botntilfarinum. Ongi av djórasløgunum, sum kanningarnar vístu í økinum, eru mett at verða hótt.
Kanningin staðfesti, at trý búlendi eru í økinum, sum vórðu flokkað sambært altjóða skipanini hjá JNCC[1]:
- SS.SSA.IMuSa.AreISa. (Arenicols marina in infralittoral fine sand or muddy sand).
- SS.SSA.CMuSa “Circalittoral myddy sand” (SS.SSA.CMuSa).
- SS.SMP.KSwSS.LsacCho (Laminaria saccahrina and Chorda filum on sheltered upper infralittoral muddy sediment).
Niðurstøðan í kanningini hjá Biofar er, at búlendini í økinum eru øll vanlig bæði í altjóða og føroyskum høpi. Eisini verður mett, at búlendini eru vanlig í nærumhvørvinum. Kanningarnar kundu ikki vísa á, at hótt djórasløg eru í økinum.
Grundað á upplýsingar frá Sunda kommunu og frágreiðing nr. 2025-023 hjá Biofar av botni og plantu- og djóralívi uttan fyri verandi bátahyl á Oyrarbakka metir Umhvørvisstovan, at ætlaða útbyggingin av havnarlagnum ikki fer at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvi.
Avgerð er tí tikin um, at sambært § 21, stk. 4 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, er ikki neyðugt við góðkenning sambært § 21, stk. 1 og tilhoyrandi árinsmeting sambært § 21, stk. 2 í somu lóg.
Treytir fyri avgerðini er, at:
- verkætlanin verður framd, sum greitt er frá í umsóknartilfarinum frá Sunda kommunu
- loyvið er tíðaravmarkað til 1. september 2027
Almenna kunngerðin um góðkenning sambært lóg um vernd av havumhvørvinum sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 29. september 2025.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, ella senda teldupost til us@us.fo