GNSS dátur eru nú tøkar á netinum
Umhvørvisstovan rekur fýra permanentar GNSS støðir, áður kallað GPS, kring landið. GNSS er ein stytting fyri Global Navigation Satellite System. Hendan tøknin gevur teimum, ið arbeiða við landmáting og byggifeløg, ið hava gravimaskinur við GPS, sentimetur neyvleika í teirra arbeiði. Hesin uppmátingarháttur kallast Real Time Kinematic.
Sum nakað nýtt, ber nú til at heinta dátur frá GNSS støðunum á netinum. Talan er um RINEX dátur, ið er ein stytting fyri Receiver Independent Exchange. Hesar dátur máta knattstøðuna hvørt sekund og 30. hvørt sekund hvønn dag árið runt. Hetta gevur møguleika fyri, at logga egnar GPS mátingar í lendinum og síðani at rætta úrslitið aftaná – eisini tað kallað Post-processing. GNSS dáturnar kunnu brúkast í sambandi við dronuflúgvingar, geodetiskar uppmátingar og annað, har neyvleikin av uppmátingunum er av stórum týdningi. Somuleiðis ber til at bøta um eldri GPS mátingar, tað verið seg innan landmáting og gransking. GNSS mátingar aftur til 2019 liggja nú tøkar á netinum. Dáturnar eru ókeypis og kunnu heintast við FTP á Dataforsyningen. Neyðugt er at stovna seg sum brúkara á Dataforsyningen fyri at heinta dáturnar.
Um tú hevur áhuga í at lesa meira um GNSS dátur, kanst tú lesa meira her, eisini ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á telefon 342400 ella send okkum ein teldupost á us@us.fo