Gartnari til Skógrøkt
Umhvørvisstovan søkir eftir gartnara til Skógrøkt. Skógrøkt varðar av Gróðurstøðini í Miðhoydølum og hevur umsjón við skógarfriðaðu økjunum. Starvið fevnir m.a. um røkt av viðarlundum kring landið og luttøku í arboretvirksemi.
Førleikar
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving sum gróðursetufólk (“anlægsgartner”), ella aðra viðkomandi útbúgving
- ert røkin og fakliga forvitin
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Tað er ein fyrimunur, um tú kanst vísa á viðkomandi royndir.
Tínar uppgávur verða millum annað:
- Røkt av viðarlundum
- Skráseting
- Planting og tilskering av trøum
- Gagnnýtsla av tilfari úr viðarlundunum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvið er fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri niðursettari tíð. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar, umframt leygardagar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Starvsstaðurin er Gróðurstøðin á Hvítanesvegi 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 23. september 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rakul Arnfríð Dam, deildarleiðara, tlf. 234363.
Um Skógrøkt
Skógrøkt er eitt arbeiðspláss við fjøltáttaðum virksemi. Høvuðsuppgávurnar eru at røkja viðarlundir og menna plantuvøkstur, sum gagnar føroyska samfelagnum. Vit savna vitan og ala fram trø og runnar, sum hóska til veðurlag og vakstrarumstøður annars í Føroyum.
Skógrøktin er deild undir Umhvørvisstovuni og staðsett á Gróðurstøðini í Hoydølum.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum og fevnir um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum uttan mun til persónligar umstøður til at søkja starvið.
Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.