Fyrilestur: Matrikkulkort fyrr, nú og í framtíðini
Depilin fyri staðsetingarfrøði bjóðar aftur til almennan fyrilestur, hesaferð um matrikulkort fyrr, nú og í framtíðini.
Fyrilesturin verður hósdagin 23. februar 2022, kl. 16 – 17, á Náttúruvísindadeildini, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, hølið 511.
Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðari á Matrikkul, fer at greiða frá, hvussu broytingar verða gjørdar á matrikkulkortum og arbeiðið í hesum sambandi. Eisini greiðir hann frá hvat sæst á tílíkum kortum, hvør góðskan er og hví munur er á góðskuni á ymsu markatalsbygdunum.
Tiltakið er ókeypis, tilmelding er ikki neyðug og drekkamuður verður afturvið.