Fuglafjørður og Hellur adressur
Adressurnar í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum eru nú góðkendar.
Fólk á Hellunum og á Kambsdali hava nú fingið adressur.
Hinvegin eru tað nøkur ár síðani, at vegirnir í Fuglafirði fingu nøvn. Umhvørvisstovan hevur tó mælt til at gera ávísar broytinar í veganøvnunum, tí hon metti, at fuglfirðingar brúktu ov nógv veganøvn. Tá ein vegur skiftir navn ov ofta, gert tað trupult at finna, og júst tað – at finna vegin fram – er endamálið við at hava adressur. Talið á veganøvnum er tí munandi niðurskorið.
Í Fuglafirði eru nú 29 veganøvn, á Kambsdali 5 og á Hellunum eru 7 veganøvn.
Nú Fuglafjarðar kommuna hevur fingið adressur, eru adressurnar í øllum bygdum í Eysturoy góðkendar.
Adressukort av Fuglafirði, Kambsdali og Hellunum kunnu síggjast heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo