Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Framsýningin »Automobilur« letur upp mentanarnáttina 6. juni 

Komandi 6 mánaðirnar verður forhøllin í Umhvørvisstovuni á Argjum karmur um eina skiftandi framsýning undir heitinum »Automobilur«. Fyrsti parturin av framsýningini letur upp mentanarnáttina 6. juni og hevur heitið “Varði”.   

Í tíðarskeiðinum juni til novembur fer Ole Wich við »Automobilur« at sýna fram eina røð av verkum, ið snúgva seg um ta víðgongdu ávirkanina, bilurin hevur á okkara gerandisdag og nærumhvørvi. Við at nýta ymiskt tilfar, ið bilar leggja eftir sær, lýsir Ole Wich gerandisnýtsluna av bilum úr ymiskum sjónarhornum.   

Hetta er ikki fyrstu ferð Ole Wich varpar ljós á samfelagsviðurskifti við sínum listarliga virki. Við listarligari viðger umskapar hann millum annað burturkast til lutir, ið varpa nýtt ljós á viðurskifti í gerandisdegnum. Hetta er eisini arbeiðshátturin handan framsýningina »Automobilur«.   


Til ber at vitja framsýningina í upplatingartíðunum hjá Umhvørvisstovuni.  
Framsýningin letur upp mentanarnáttina 6. juni klokkan 15-17. Øll eru vælkomin.    

Kunngerðir