Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyski fjallalistin er dagførdur

Umhvørvisstovan hevur almannakunngjørt vegleiðandi knattstøður til tey 340 skrásettu fjøllini í Føroyum. Somuleiðis eru ávísar rættingar gjørdar í almenna fjallalistanum. Grundarlagið fyri rættingunum eru GPS-uppmálingar av øllum fjallatoppum í Føroyum, sum Pól Sundskarð hevur gjørt.

Fjallalistin hjá Umhvørvisstovuni verður roknaður sum tað almenna yvirlitið yvir øll skrásett føroysk fjøll, sum eru 340 í tali. Listin er nú dagførdur við neyvum knattstøðum á øllum fjallatoppunum. 



Onkrar rættingar eru eisini gjørdar í fjallalistanum:
– Nøvnini Tungufelli og Jatnagarðar í Vágum eru umbýtt

– Endin, Trøðum í Sandoy er broytt til Skorarnar

– Skorarnar í Sandoy er broytt til Vestanfyri Mutlavarða



Harumframt skal Umhvørvisstovan viðmerkja, at navnið á fjallinum Mølin (511m) á Viðoynni ikki stendur á landafrøðiliga kortinum (máliborðsblaðnum). Tað sama er galdandi fyri fjallið Laðanfelli (487m) í Suðuroy. 


Somuleiðis skal leggjast afturat, at tann rætta hæddin á Høganesi í Eysturoy er 115m og ikki 165m, sum tað annars stendur á landafrøðiliga kortinum.

Sum eina tænastu til gongufólk hevur Umhvørvisstovan lagt yvirlitið yvir knattstøðurnar út á ymiskan hátt. Til ber at heinta hesar í excel, og hetta kann verða ein stór hjálp hjá fólki, sum brúka GPS, tá tey ganga í fjøllunum.

Tað ber eisini til at innlesa allar fjallatindarnar í Google Earth. Her skal tó viðmerkjast, at neyvleikin í myndakortinum á Google Earth ikki altíð er eins góður. Tí kann staðsetingin av fjallatoppunum í ávísum førum tykjast misvísandi. 


Um ein er førur fyri at arbeiða við forritunum ArcGIS og QGis ber somuleiðis til hjá gongufólki at gera sær yvirlitskort yvir fjøll, tey hava verið á, og hvørji tey mangla.

Øll hesi yvirlit eru at finna á hesi leinkju: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562

Umhvørvisstovan skal annars gera vart við, at galdandi lóggáva ikki gevur øllum frítt at fara í haganum uttanfyri gomlu varðagøturnar. Mælt verður gongufólki til at seta seg í samband við avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið verður í hagan.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.