Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroysk húski eru lítil

Tøl úr landsfólkayvirlitinum og landsadressuskránni benda á, at føroysk húski hava tað væl meira rúmsátt, enn vanliga verður hildið.

Ein uppgerð, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt, vísir nevniliga, at umleið helvtin av føroysku húskjunum einans fevna um eitt ella tvey fólk.

Arbeitt verður framvegis við úrslitunum frá Manntalinum, sum var í vetur. Men meðan vit bíða eftir teimum, hevur Umhvørvisstovan kagað eitt sindur eftir nøkrum hagtølum í landsfólkayvirlitinum og landsadressuskránni, sum stovnurin umsitur. Og onkur úrslit eru heldur óvæntað.

Verður hugt eftir, hvussu nógv fólk, ið eru skrásett á einari ávísari adressu, sæst, at nógv føroysk húski eru rættiliga smá. Ella við øðrum orðum: Í umleið helvtini av teimum skrásettu føroysku adressunum, har fólk búgva, eru einans eitt ella tvey fólk skrásett sum fastbúgvandi.

Umhvørvisstovan hevur ikki greinað tølini í aldursbólkar, og tí sæst ikki, um tey smáu húskini eru í teim eldru aldursbólkunum. Somuleiðis vísa tølini ikki, um talan er um húski við støkum uppihaldarum og børnum.

Samlaða myndin sær soleiðis út:

Á myndini omanfyri sæst, at í 23% av húskjunum í landinum býr bert 1 fólk, meðan í 26% av húskjunum búgva 2 fólk. Sostatt búgva 1 ella 2 fólk í 49% av húskjunum í landinum. Tóm hús, har ongin býr, eru ikki tikin við í uppgerðini.
Sjálvandi mugu nøkur fyrivarni takast. Fólk kunnu hava eina aðra postadressu enn adressuna í landsfólkayvirlitinum, eins og ongin skráseting er av, hvørjar adressur eru ein bústaður og hvørjar ikki eru. Tí er ikki møguligt at gera nakað yvirlit yvir, hvussu nógvir bústaðir í Føroyum standa tómir.

Topp 10 listi – fá fólk
Ein topp 10 listi yvir størri býir/bygdir, har tað bert eru eitt ella tvey fólk í húskinum, sær soleiðis út:

1.Funningur78%
2.Skálavík66%
3.Húsavík65%
4.Tvøroyri64%
5.Haldórsvík64%
6.Leynar64%
7.Sumba60%
8.Oyndarfjørður57%
9.Sørvágur57%
10.Nólsoy56%

Í listanum sæst, at í 78% av húskjunum í Funningi búgva 1 ella 2 fólk. Bygdir við minni enn 30 húskjum eru ikki tikin við í uppgerðina.

Topp 10 listi – nógv fólk
Ein líknandi topp 10 listi yvir størri býir/bygdir, har húskini eru størst, tvs. meira enn 2 fólk í hvørjum húski, sær soleiðis út:

1.Nes, Eysturoy69%
2.Hoyvík69%
3.Saltangará65%
4.Skálabotnur65%
5.Velbastaður63%
6.Hvannasund63%
7.Norðskáli62%
8.Argir61%
9.Kaldbak60%
10.Rituvík60%

Í listanum sæst, at á Nesi, Eysturoy og í Hoyvík búgva meiri enn 2 fólk í 69% av húskjunum. Bygdir við minni enn 30 húskjum eru ikki tikin við í uppgerðina.

Yvirlit yvir húski í býum/bygdum
Topp 10 listarnir eru gjørdir út frá niðanfyri standandi talvu. Í talvuni eru bert býir/bygdir við, har tað eru yvir 30 húski. Greiningin er skipað eftir postnr. og sær soleiðis út:

Postnr

Bygd

1 fólk

2 fólk

3 fólk

4 fólk

5 fólk

6 fólk

7 fólk+

Samlað

100

Tórshavn

25%

27%

17%

14%

10%

4%

2%

100%

160

Argir

17%

22%

19%

18%

15%

5%

3%

100%

176<