Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyar vertur á fundi millum altjóða serfrøðingar innan sjókortstekning 

Í døgunum 4.- 7. november eru Føroyar vertir á fundi millum altjóða serfrøðingar innan sjókortstekning. Talan er um arbeiðsfund hjá Nautical Cartography Working Group (NCWG), sum er ein arbeiðsbólkur undir International Hydrographic Organization (IHO). 

Umboð úr tjúgu ymiskum tjóðum umframt umboð úr vinnuni og IHO luttaka, og tíggju tjóðir afturat hava umboð, sum luttaka á fundinum talgilt. 

Hvat er NCWG? 

NCWG er ein fakligur bólkur undir IHO, sum hevur til uppgávu at halda og menna altjóða standardar fyri sjókort. Hesi kort eru neyðug amboð til at tryggja sigling á sjónum, sum sjófólk, hydrografar og sjómyndugleikar um allan heimin brúka.  

NCWG veitir serkunnleika um meginreglur í sjókortstekning, bæði til kort í pappírs- og talgildum formi. Bólkurin hevur til uppgávu at viðgera og røkta útgávur um sjókortsreglugerðir og -vegleiðingar. Harafturat hevur arbeiðsbólkurin eisini ábyrgdina av at menna nýggja symbologi, sum endurspeglar tøkniligu menningina og siglingartørv. 

Føroysk luttøka 

Føroyski sjókortmyndugleikin á Umhvørvisstovuni luttekur á fundinum saman við donsku sendinevndini frá Geodatastyrelsen. At vera vertur fyri NCWG-fundinum er ein virðismikil møguleiki fyri føroyska sjókortmyndugleikan, og stuðlar undir raðfestingini av at veita hydrografiskar tænastur eftir altjóða standardum. 

Hvat er á skránni? 

Á fundinum fara umboð frá øðrum sjókortstýrum, vinnuserfrøðingar og umboð úr IHO at umrøða dagføringar av kortnormum, viðgera uppskot til nýggj symbol og viðgera tillaging av sjókortframleiðslu eftir somu standardum tvørtur um sjóøkir. 

Fundurin stuðlar eisini yvirskipaða málinum hjá IHO: at tryggja, at øll heimsins høv og siglandi sjóøki verða nøktandi kannað og kortløgd til trygga sigling. 

Kunngerðir