Føroyar úr erva 2013
Í næsta mánaði er ætlanin at taka nýggjar loftmyndir av Føroyum, sum skulu brúkast til at gera nýggj myndakort.

Umhvørvisstovan skipar regluliga fyri fotoflúgvingum, har loftmyndir verða tiknar av Føroyum. Tær fyrstu myndirnar vórðu tiknar í 1958, har arbeiðið varð fyriskipað av donsku kortmyndugleikunum. Men síðani 1965 hevur Matrikulstovan (nú Umhvørvisstovan) staðið fyri flúgvingunum. Loftmyndirnar eru grundarlag undir allari kortgerð í Føroyum. Tí er tað av stórum týdningi, at tær verða dagførdar regluliga. Loftmyndirnar eru ein góð dokumentatión fyri, hvussu støðan var, tá myndin varð tikin. Besta tíðin á árinum at taka flogmyndir er í mai mánaði, tá kavin er horvin, og áðrenn bløðini á trøunum spretta.
Loftmyndirnar verða vanliga tiknar í tveimum ymsum hæddum, nevniliga 6 km og 2 km. Alt landið verður avmyndað umleið 10. hvørt ár í 6 km hædd, meðan tann lága flúgvingin í 2 km hædd verður gjørd umleið 4. hvørt ár, eftir ynski hjá kommunum og landsmyndugleikum. Orsøkin til, at flogið verður í ymiskum hæddum, er, at tann lága flúgvingin er ætlað til at taka myndir við hægri upploysn, sum vanliga verður brúkt til myndir av bygdum økjum. Seinast Føroyar vóru avmyndaðar var í mai 2009. Tá eydnaðist at fáa myndir av meginpartinum av landinum.
Tað kann vera ymist, hvørji øki verða fotograferaði. Summar kommunur ynskja, at bygdirnar verða avmyndaðar, hvørja ferð flogið verður, meðan tað aðrastaðni kann ganga longri tíð ímillum. Hesuferð hava helvtin av kommununum boða frá, at tær vilja hava myndir úr erva. Harafturat hevur Landsverk eisini áhuga í, at ávís øki verða avmyndað.
Myndin niðanfyri vísir, hvørji bygd øki, ætlanin er at avmynda í 2013. Fotograferað verður í flogstrípum í ymsum longdum, og breiddin er 2 km.
Øki sum ætlanir eru at fotografera í 2013
Vanliga gevur tann lága flúgvingin í 2 km hædd eina myndagóðsku við 14 cm upploysn. Hetta merkir, at ein pixel á myndini svarar til 14 cm í veruleikanum. Hesuferð verður myndagóðskan nakað betri, tí upploysnin verður 11,7 cm pr. pixel.
Seinasta fotoflúgvingin í mai 2009 eydnaðist sum heild væl, men kortini vóru ávís øki, sum ikki gjørdust so góð, sum ætlað. Nøkur skýggj lógu í eystasta partinum av landinum, og tí er ætlanin at fotografera Fugloy, Svínoy og Viðoy av nýggjum. Eydnast hetta, verða 40 cm myndir av øllum landinum tøkar.
Í 2009 eydnaðist at fotografera alt landi burtursæð frá pørtum av Fugloy, Svínoy og Viðoy
Sum við so mongum øðrum í Føroyum, er tað veðrið, ið ræður fyri, hvussu væl ætlanin fer at eydnast. Vónin verður tí sett til ein stillan og fagran mei mánað 2013.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.