Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyar flyta seg umleið 25 mm um árið

Føroyar flyta seg umleið 20 mm norðureftir og 15 mm eystureftir um árið

Í sept. 2008 varð ein permanent gps referencustøð uppsett á Umhvørvisstovuni. Støðin, sum nevnist  ARGI, mátar hvørt sekund sína egnu positión og hesar upplýsingar verða alla tíðina sendar til Kort- & Matrikelstyrelsen í Danmark og hagani verða upplýsingarnar sendar út til allan heimin.

Nú støðin hevur gjørt mátingar hvørt sekund alt døgnið í 3 ár, ber til at síggja eina ábending um hvussu landið flytir seg.

Á myndini omanfyri síggjast mátingarnar sum bláir prikkar.

Ovasta myndin vísir hvussu nógv landið flytir seg upp/niður. Sum tað sæst, ber ikki út frá hesum at siga, um Føroyar (landøkið) flyta seg upp- ella niðureftir.Hæddarmátingar við GPS eru ikki so neyvar sum planmátingar og hetta sæst eisini týðuligt á bláu prikkunum. Fyri at siga nakað um hæddarflytingar, er neyðugt við mátingum yvir eitt longri tíðarskeið.

Mittasta myndin vísir klárt, at Føroyar flyta seg næstan 20 mm um árið norðureftir.

Niðasta myndin vísir, at Føroyar flyta seg umleið 15 mm eystureftir um árið. Tað løgna við hesi myndini er, at at síggja til, flytir landið seg í rættiliga føstum tíðarskeiðum á umleið ½ ár. Meðan flytingin sær út til at vera minst í januar og juli, sýnist flytingin størst í apríl og oktober.

Hvat orsøkin er til hetta, hava jarðfrøðingar kanska eina frágreiðing um.

Tann 28. feb. 2011 gjørdist ARGI ein EPN-støð (Euref Permanent Network støð). EPN er eitt sjálvboðið samstarv millum yvir 100 Europeiskar stovnar/universitet (http://epncb.oma.be/). Við slíkum permanentum gps referencustøðum ber til at máta hvussu landjørðin flytir seg við millimetur neyvleika. Slíkar upplýsingar hava týdning millum annað fyri globalar vatnstøðumátingar, tí tætt samband er millum permanentu ref. støðirnar og vatnstøðumátarar.

Á heimasíðuni hjá EPN ber til at síggja upplýsingar um ARGI. Millum annað ber til at síggja tíðarrøðir hvussu ARGI (og Føroyar) flyta seg (http://epncb.oma.be/_trackingnetwork/siteinfo4onestation.php?station=ARGI)

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.