Føroyamálsdeildin og staðarnøvn
Av og á stingast ósemjur upp um, hvussu staðarnøvn stavast skulu. Avgerðin um rætta stavingarháttin er nú løgd til Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya at taka.
Nógv eru atlitini, tá ið rætti stavingarhátturin fyri eitt staðarnavn skal finnast. Staðarnavnið er bundið at staðnum og fólkinum í nánd og oftani eru sterkar kenslar knýttar at. Hóast semja kanska er um navnið, nýtist ikki semja at vera um stavingarháttin og aðrar tíðir er ósemjan um sjálvt staðarnavnið.
Myndugleikin lagdur til Mentamálaráðið
Løgmaður hevur lagt myndugleikan at taka avgerðir í slíkum málum til Mentamálaráðið. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur myndugleika at geva tænastuboð um form og stavseting av føroyskum staðarnøvnum.
Mentamálaráðið hevur síðani lagt myndugleikan til Fróðskaparsetrið at meta um, og har er tað Føroyamálsdeildin sum tekur sær av hesum.
Nýggj kort
Eitt sindur av ósemju hevur verið ymsa staðni í Føroyum seinastu árini og tískil er tað neyðugt, at onkur kann skera ígjøgnum. Fleiri myndugleikar eru uppi í leikinum, tá ið tað snýr seg um staðarnøvn. Landsverk setur skelti upp, Umhvørvisstovan tekur sær av landafrøðiligu staðsetingini, meðan Kort og Matrikelstyrelsen í Danmark eru í ferð við at gera nýggj sjókort.
Men endaliga avgerðin, um hvussu stavast skal, liggur nú altso á Føroyamálsdeildini.