Fólk og Fuglar í Klaksvík 12. mars

Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum? og hvat vísa nýggjastu kanningarnar?
Hóskvøldið 12. mars kl. 19.00 verður afturvendandi tiltakið Fólk og Fuglar hildið í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Á skránni eru stuttir fyrilestrar um útvald fuglasløg og kanningar av fugli í Føroyum. Luttakararnir fáa innlit í nýggjastu úrslit frá árligu fuglateljingum í RAMSAR økjunum og høvi verður at seta spurningar eftir framløgurnar.
Tiltakið er ókeypis og vit ynskja at tit meldað til. Tó so hevur tað ikki eydnast tær at melda til, ert tú sjálvandi vælkomin.
Skráin er hendan:
Orðstýrari er Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan
| 19:00 | Vælkomin Herleif Hammer, stjóri, Tjóðsavnið |
| 19:10 | Teljingar av lunda í Mykinesi Janus Hansen, Tjóðsavnið |
| 19:25 | Fuglafró Barbara Leone, Umhvørvisstovan |
| 19:40 | Heiðafuglur í Skúvoy Jón Aldará, Tjóðsavnið |
| 19:55 | Skrápur í Nólsoy Jógvan Thomsen, fuglakønur |
| 20:10 | Kaffisteðgur |
| 20.20 | Spurningar |
| 20.55 | Tikið verður samanum Sigga Jacobsen, Umhvørvisstovan |
| 21.00 | Liðugt |
Um Fólk og Fuglar
Fólk og Fuglar er eitt afturvendandi alment tiltak um fuglalívið í Føroyum. Endamálið er at miðla nýggja vitan um fuglastovnar, gransking og broytingar í náttúruni og at geva almenninginum greiða og atkomiliga kunning.
Tiltakið savnar granskarar, fakfólk og áhugað úr øllum landinum og gevur innlit í bæði staðbundnar og altjóða viðkomandi spurningar um fugl og náttúru. Skráin fevnir um stuttar greiðar framløgur og høvi er at seta spurningar eftir framløgurnar.
Fólk og Fuglar varð fyrstu ferð hildið í fjør við góðari undirtøku og er ætlað øllum ið hava áhuga fyri fuglum og føroysku náttúruni – bæði teimun, ið arbeiða við økinum, og teimum, ið fegin vilja vita meira.
Fólk og Fuglar verður fyriskipað í samstarvi millum Umhvørvisstovuna, Tjóðsavnið og Havstovuna.
Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum við áhuga fyri fuglum og náttúru.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Melda til niðanfyri:
Theresa Jákupsdóttir
Náttúru- og umhvørvismál

