Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fólk og Fuglar í Klaksvík

Hósdagin 12. mars var tiltakið Fólk og Fuglar hildið í Klaksvík. Fleiri  fólk vóru møtt til tiltakið, har fuglalív og samspælið millum menniskju og náttúru vóru í miðdeplinum.

Á skránni vóru  framløgur um føroyskt fuglalív og um støðuna hjá ymiskum fuglasløgum. Framløgurnar lýstu bæði avbjóðingar og møguleikar, tá tað ræður um at verja og varðveita fuglalívið í Føroyum, og vóru eisini stuttligar og hugtakandi.

Eftir framløgurnar var høvi hjá teimum møttu at seta spurningar. Kjakið var áhugavert, og fleiri góðir spurningar og viðmerkingar komu fram um fuglalív, náttúruvernd og hvussu vit best kunnu taka atlit til fuglar í náttúruni. Spurt var um millum annað rottu, ljósdálking, stovnsmetingar og burðardygga veiðu, og greitt varð frá áhugaverdum eygleiðingum. Tiltakið gav eitt gott høvi at deila vitan og skapa samrøðu um fuglalív og náttúru í Føroyum.

Eftir ætlan verður tiltakið Fólk og Fuglar á skrá aftur í 2027.

Kunngerðir