FO adressur í OpenStreetMap
Nú ber til at finna flestøll føroysk veganøvn og húsanr. á heimasíðuni www.OpenStreetMap.org
Eins og Wikipedia er ein alfrøði á alnetinum, har øll hava møguleika at geva sítt íkast við at skriva ella rætta greinir um øll hugsandi evni, er nú eisini komin ein líknandi síða, har øll hava møguleika at tekna vegir og áseta veganøvn og húsanr.
Eitt av endamálunum við síðuni er at fáa til vega ókeypis korttilfar, sum bæði kann brúkast á teldum og á gps’arum.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at taka niður allar adressur í Føroyum. Hetta hevur onkur gjørt sær dælt av, og hevur lagt allar adressurnar út á heimasíðuna www.OpenStreetMap.org. Hetta hevur Umhvørvisstovan onki ímóti, tvørturímóti fegnast vit um, at nógv á henda hátt kunnu gera nýtslu av adressunum.
Tá leitað verður eftir adressum á OpenStreetMap, verður leitað í øllum heiminum. Hetta merkir, ikki óvæntað, at tá tú leitar eftir føroyskum veganøvnum, finnur tú eisini ofta somu nøvn í Íslandi.
Tá leitað verður eftir “Kirkjuvegur” sæst, at hetta veganavn umframt at finnast fleiri staðni í Føroyum, eisini finst í Íslandi.
Umhvørvisstovan hevur onki við OpenStreetMap at gera og um feilir eru, ber ikki til at venda sær til Umhvørisstovuna fyri at fáa rættað hesar. Tá tað er sagt, má sigast, at OpenStreetMap sær út til at vera ein ógvuliga væl dagførd heimasíða og tað líkamikið, um adressurnar eru í Hoyvíkshaganum, Hattarvík ella í Sumba. Um ein vil vera vísur í, at adressan er røtt, eigur ein tó at hyggja eftir á www.kagi.fo, har adressurnar altíð eru dagførdar.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.