Evjupláss hjá IRF umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur hin 4. september 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Evjupláss úti í Nýggjheiðum í Kvívík.
IRF, Víkarvegur 107
520 Leirvík.
Góðkenningin er almenn og sæst hon her
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudag 2. oktober 2019.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo